Í gjár gav tónlistakvinnan, Lea Kampmann út nýtt staklag, ið ber heitið "Telji upp í hundrað".
Talan er um fyrsta staklagið av komandi føroysku útgávu hennara, Seinferð.
Staklagið og komandi útgávan er skrivað saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna. Lagið snýr seg um at missa, og lýsir tí ógjørligu uppgávu, at royna at flýggja undan sorgini. Óansæð hvussu nógv ein roynir, finst onki, ið kann drukna kensluna av at sakna.
Teitur Lassen og Lea Kampmann
Hetta er fyrstu ferð, Lea gevur út á føroyskum undir egnum navni, og tí er hendan útgávan heilt serlig fyri hana.
– Eg havi altíð verið bangin fyri at syngja á føroyskum, tí tað kenst so nakið og viðbrekið, at syngja á málinum, eg segði, "eg elski teg" á, fyrstu ferð, sigur Lea.
– Seinastu árini havi eg funnið útav, at tað er neyðugt fyri meg at finna dirvið at syngja á mínum egna móðurmáli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald