Eitt, sum vakti nógv ans um vikuskiftið vóru myndir úr ukrainska býnum Butja, ið vísa lík liggja í gøtunum. Talan er um sivilfólk, sum russiski herurin skal eitast at hava avrættað.
Hetta hevur fingið leiðarar í vesturheiminum at eftirlýsa fleiri revsitiltøk móti Russlandi.
Sí eisini: Ræðuligar myndir úr Butja prógva, at Russland fremur krígsbrotsverk
– Hetta er enn eitt prógv um, at Putin og herur hansara fremja krígsbrotsverk, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.
Hann sigur seg vilja seta fleiri revsitiltøk í verk og økja um hernaðarliga stuðulin.
Eisini týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz sigur, at talan er greitt um krígsbrotsverk, og ynskir hann eisini fleiri revsitiltøk, so Putin skal kenna avleiðingarnar.
Italski forsætisráðharrin, Mario Draghi sigur, at russisku myndugleikarnir eiga at steðga harðskapin móti sivilfólki umgangandi, og skulu teir ábyrgdast fyri tað, sum er hent.
Franski forsetin, Emmanuel Macron sóknast eisini eftir fleiri revsitiltøkum, nú Russland hevur víst "greið tekin um krígsbrotsverk".
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur eisini úttalað seg um myndirnar á Facebook.
– Brotsverkini hjá Putin eru hugnívandi, brutal og mugu ongantíð gloymast. Mítt hjarta grætur fyri Ukraina, sigur hon m.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald