2019-08-15 21:10
Vágs kommuna setti tíðliga í summar á stovn Musikkskúlan í Vági og søkt varð eftir leiðara. Nú er greitt, at Fiona Parker verður leiðari fyri Musikkskúlan í Vági.
Hetta upplýsir Vágs kommuna í tíðindaskrivi í kvøld.
Fiona Parker hevur hægri útbúgving frá London College of Music, Universitetinum í Bergen og University College of Londonhevur , og hevur eisini í seinastu umleið 30 árini undirvíst í tónleiki, so vit fáa ein sera væl skikkaðan leiðara til nýggja Musikkskúlan í Vági, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.
Undirvísingin hjá musikkskúlanum fer fram í Vágs skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald