Kjakið um artiska økið fyllur nógv í løtuni, og 24-28. februar, frá mánadag til fríggjadag í komandi viku, skulu granskarar úr fleiri londum hava arbeiðsseminar, har yvirskriftin er:
"Leaving the beaten path - how can sustainable development be reconciled with environmental protection and climate change?".
Harvið verður umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar í miðdeplinum. Ymiskar framløgur verða. Millum annað skulu føroysku granskararnir Bergur D. Hansen, Hallbera West og Ragnheiður Bogadóttir leggja fram, umframt lesandi á Fróðskaparsetri Føroyatá árliga arbeiðsseminarið
Hetta er sjeyndu ferð, at Gateway to the Arctic er á skránni. "Vegurin til Arktis VII" verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Tað koma granskarar frá pólgranskingarstovni í Týsklandi, lærda háskúlanum í Íslandi, arktiska universitetinum í Noregi. Eisini luttaka granskarar frá Umhvørvisstovuni.
Tað er Universitetið í Versailles í Paris og REKLIM í Týsklandi ið eru stigtakarar. Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at talan er um eitt tvørfakligt granskingarsamstarv, har dentur verður lagdur á broytingar í arktiska økinum við atliti at samfelagi, burðardygd og veðurlagi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald