Samferðslan er ein økinum, har Coronavirusi av álvara rakar. Serliga er tað flogferðslan, og SAS og onnur flogfeløg hava seinastu tíðina avlýst alla flúgving til øki, ið eru serliga rakt av virusinum. Norwegian er eitt av flogfeløgunum, ið er sera hart rakt.
Leiðslan í SAS hevur nú avgjørt, at hon komandi tíðina fer 20 prosent niður í løn, hóast arbeiðstíðin og mongdin ikki fer niður. Hon biðjur eisini síni starvsfólk gera tað sama - tó við minni arbeiðstíð. Hetta skrivar Danmarks Radio.
Leiðslan skal samstarvast við starvsfólkini í SAS - ætlanin er at tálma útreiðslunar nakað, nú flogferðslan er rakt. Danska stjórnin heeuvr í dag hert tilmælini um, hvar ein eigur at ferðast til.
ES hevur í dag boðað frá, at tað verður lættari fyri flogfeløg at halda uppá sínar føstu flogtíðir, sjálvt um tey alvýsa ferðir - hetta er eitt undantak, ið verður gjørt, nú coronavirusi herjar. Seinastu tíðina hava heilt tóm flogfør flogið, tí flogfeløgini óttast fyri at missa sínar flogtíðir, um túrurin verður avlýstur.
Innanlands
Leiðslan í SAS fer 20 prosent niður í løn
Hon eggjar starvsfólkunum í flogfelagnum til at gera tað sama.
Coronavirusið ger, at flogfeløgini missa inntøkur, og um støðan heldur fram verða uppaftur flogferðir avlýstar (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-03-10 19:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald