
Hendingin umborð á Erlu Kongsdóttir í gjáramorgunin fekk Maud Wang Hansen úr Nólsoy at ringja til løgregluna. Hetta skrivar kvf.fo.
Kringvarpið hevur eisini havt samrøðu við Maud Wang Hansen, ið greiðir frá, at hon ikki heldur, at leiðslan í SSL tekur ábyrgd fyri ferðafólkunum umborð á Erlu Kongsdóttir, og at tað ikki er í lagi at seta skipið í sigling aftur, tá eingin frágreiðing fyrilá fyri hendingina í desember, tá fleiri rútar brotnaðu.
Les eisini:
Aftur ein rutur í knús á Erlu Kongsdottir
Heðin Mortensen: Kunnu ikki liva við hesum
Nýggj ferðaætlan á Nólsoyarleidini
Íbúgvar í Nólsoy eru meira enn troytt av óvissuni á leiðini, ið nú eisini aftur vísir seg at vera ótryggleiki.
Portalurin hevur í morgun vent sær til løgreluna við fyrispurningi um støðuna. Vit hava fingið upplýst, at tað er neyðugt hjá tí sum meldar í heusm førinum at venda sær skrivliga til løgregluna, og at tað skal vera ein lóg, ið er brotin fyri at løgreglan veruliga fer inn í málið.
Annars er hetta ikki nakað, ið løgreglan blandar seg í - tað er upp til avvarandi myndugleikar og Sjóvinnustýrið. Hugt verður tó uppá fráboðanina, fingu vit at vita frá løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald