
Seinnapartin týsdagin 13. apríl vórðu leiguvelturnar, sum borgarar hjá Tvøroyrar kommunu kundu skriva seg upp til, tiknar í brúk.
Trivnaðar- og Umhvørvisnevndin í Tvøroyrar býráð hevði ynski um at geva borgarunum henda møguleikan og samtykti at seta tað í verk. Tekniska deild hevur síðan fyrireikað økið til velturnar og Sp/f Bárður Hentze hevur staðið fyri at grava veitur, soleiðis at vatn ikki savnar seg í økinum, har velturnar skulu vera.
Av teimum 11 tøku veltunum, vóru seks umbidnar, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Jónleyg Bech, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd Tvøroyrar býráðs, bjóðaði leigarunum vælkomnum, og farið varð síðan niðan á økið. Velturnar vórðu síðani býttar út, og fólk fingu sær eitt gott prát um hvat veltast skuldi.
Sambært kommununi er eitt av endamálunum við tílíkum eisini, at fólk koma hvørjum øðrum við. Velturnar liggja tætt at hvørjum øðrum, og upplagt er at kjakast um hvat riggar og ikki at planta. Beinanvegin varð eisini tosað um at seta ein Facebook-bólk á stovn fyri tey, sum hava leigað veltu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald