Innanlands

Leikarar og manning í TROM til undansýning í Løkshøll leygardagin

Talan er um undanmarathonsýning, har allir teir seks partarnir verða vístir. Røðin verður tøk á Viaplay sunnudagin

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannes Martinsson. Hann og onnur sentral í røðini vera til undansýning leygardagin (Mynd: Viaplay)

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannes Martinsson. Hann og onnur sentral í røðini vera til undansýning leygardagin (Mynd: Viaplay)

2022-02-10 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 12. februar er Løkshøll karmur um stásiliga undanmarathonsýning av fyrstu føroysku sendirøðini, TROM.

- Eysturkommuna og Runavíkar kommuna, sum hava stuðlað verkætlanini, eru samvertir fyri sýningini, sum er fyri innbodnum - leikarum í sendirøðini og manning annars.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari. Harvið sleppa tey, sum hava staðið aftanfyri røðina og frammanfyri myndatólini, av álvara at síggja røðina dagin áðrenn hon kemur á Viaplay.

Tað verður skipað á tann hátt, at eftir vælkomu verða tríggir teir fyrstu partarnir sýndir. Síðani er ábit, og høvi verður at heilsa uppá fólkini handan røðina. Síðani verða tríggir teir seinastu partarnir vístir.

- Runavíkar kommuna og Eysturkommuna fegnast um, at verkætlanin Trom nú er veruleiki, og at hesar kommunurnar kundu vera eitt klípi í stóru altjóða verkætlanini.

Ein undansýning av tveimum pørtum TROM var á Oyrasundskolleginum í gjár, har nógvir føroyingar vóru til staðar. Tað var Viaplay, ið skipaði fyri. Røðin um Hannis Martinsson, ið varð tikin upp í Føroyum í fjør, kann síggjast í Kringvarpinum frá 17. februar.

Sí eisini: Longri brellbiti av Trom 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder