2021-05-07 07:34
Rætturin hevur gjørt av, at dómsviðgerðin í einum máli, har ein ungur maður er skuldsettur fyri nøkur kynslig brotsverk á Tvøroyri, skal vera í seinasta lagi 7. juni.
Hetta veit útvarpið hjá Kringvarpinum.
Tað var í aprílmánað, at løgreglan fekk fráboðan um kynsligt brotsverk móti ungari kvinnu. Ungi maðurin varð til grundlógaravhoyr og bleiv varðhaldsfongslaður fyribils í fýra vikur.
Varðhaldsfongslingin er nú longd til 6. juni.
Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingunum.
Les eisini: Fongslaður fyri kynsligt brotsverk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald