Umleið klokkan 12 fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í ein bil miðskeiðis í Leirvíkstunlinum.
Sløkkilið kom á staðið, og einasti persónurin, ið var í bilinum, slapp tíbetur trygt úr honum.
Sí eisini: Eldur í bili í Leirvíkstunnlinum
Síðani varð farið í gongd við at gera tunnilin tryggan fyri ferðslu - roykur og annað órógvaði - og fyri lítlari løtu síðani lat Leirvíkstunnilin upp fyri ferðslu aftur.
Hetta skrivar Eysturoyarportalurin.
Harvið var eingin ferðsla í tunnlinum í áleið tveir tímar.
Gamli Leirvíksvegurin er opin, men mælt verður frá at koyra har, tí nógv áarlop hava verið seinastu tíðina, og tí er vegurin illa farin.
Tískil hevur tað ikki verið so einfalt at sloppið longur út í Eysturoynna úr Leirvík ella at sloppið til Leirvíkar, um ein longu var í Eysturoynni.
Tað er ikki endaliga greitt, hví eldur kom í bilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald