placeholder
Innanlands

Leirvíkstunnilin stongdur í nátt

Frá á midnátt til klokkan seks og í annaðkvøld frá 22 til seks er Leirvíkstunnilin stongdur fyri vanligari ferðslu, sigur Landsverk

Leirvíkstunnilin (Mynd: Eysturkommuna)

Leirvíkstunnilin (Mynd: Eysturkommuna)

2019-11-24 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna arbeiði verður Leirvíkstunnilin stongdur í nátt frá á midnátt til mánamorgunin klokkan 6 og aftur í annaðkvøld frá klokkan 22 til týsmorgunin klokkan 6.

Hesum boðar Landsverk frá á hemasíðu síni.

Bilar sleppa tó ígjøgnum tunnilin á midnátt, klokkan 2 og klokkan 4. Akfør í neyðsyjarørindum kunnu tó altíð sleppa ígjøgnum tunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder