Søkt verður nú eftir virkandi sóknarpresti til tænastuna sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at talan er um tíðarskeiðið 1. januar – 31. mars 2027.
Hesar mánaðirnar verður sóknarpresturin Bergur D. Joensen upptikin av nýggju bíbliutýðingini.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Tórshavnar vestara, Argir, Kirkjubøur og Hestur. Eisini verða gudstænastur hildnar í Norðadali.
- Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Les meira á folkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald