Innanlands

Leita eftir grind norðanfyri

Ein grind var sædd av Trøllanesi í morgun – Bátar leita eftir henni í løtuni, sigur sýslumaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-06 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan hálvgum átta í morgun varð boðað frá, at ein grind var sædd av Trøllanesi.

Eingin bátur var hjá henni, og flutti grindin seg eystureftir.

– Grindin kavaði, og er hon sikkurt farin eystur um múlan, sigur Jens Jensen, sýslumaður í norðoyggjum, við Portalin.

Bátar eru sendir úr Hvannasundi, og teir leita í løtuni eftir grindini, sigur hann.

– Men so er spurningurin, um vit finna hana aftur, leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder