Mentan

Leita eftir leikarum til týskan film

Upptøkuroyndir verða í komandi mánaði

(Mynd: Lucas Frayssinet)

(Mynd: Lucas Frayssinet)

2023-10-25 20:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt filmslið úr Týsklandi, sum er á veg til Føroya at taka upp eina nýggjan film á føroyskum, leitar nú eftir føroyingum at manna nakrar av leiklutunum í filminum.

Tað er Dagmar Knöpfel, sum leikstjórnar nýggja filmin. Talan er um ein ‘feature film’ – eitt familjudrama – bygt á eina veruliga søgu í Føroyum, verður sagt.

Í døgunum 25. november til 10. desember ferða upptøkuroyndir í Føroyum.

Filmsliðið leitar eftir:

- Kvinnum 65+ ár til at spæla 80 ára gamal persónur [týðandi rolla]
- Monnum í millum 25 og 35 ár [týðandi rolla]
- Monnum 65+ ár til at spæla 75/80 ára gamal persónur

Harumframt eru fleiri aðrir leiklutir í øllum aldri og kynum, sum skulu setast seinni.

Áhugað kunnu senda stutt CV og mynd til [email protected]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder