Innanlands

Leita eftir luti á sjónum

Leitingin hevur samband við harðskapsmálið í Klaksvík, sigur løgreglan, sum ikki vil upplýsa meira í løtuni

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2024-04-15 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin hevur verið leitað við froskmonnum eftir onkrum á vágni í Klaksvík.

Sambært Norðlýsinum fóru løgreglan og sløkkiliðsleiðari út við báti at hyggja eftir onkrum, sum varð funnið harúti, men hvat leitað varð eftir, vil løgreglan ikki upplýsa.

Løgreglan upplýsir tó, at hetta hevur samband við eitt harðskapsmál, sum løgreglan kannar í løtuni. Lagt verður afturat, at leitað verður ikki eftir nøkrum persóni.

Málið snýr seg um eina hending uttanfyri skeinkistaðið Molly's í Klaksvík sunnumorgunin millum klokkan 4.00 og 4.30. Ein persónur fekk skaða og fór á sjúkrahúsið til kanningar, og gerningsmaðurin varð handtikin og síðani leyslatin aftur.

Løgreglan vil fegin hoyra frá vitnum, sum hava sæð okkurt í sambandi við málið.

Les eisini: – Vilja fegin hoyra frá vitnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder