Mentan

Leitar eftir fyrigeving í Sarajevo

Hetta er fyrstu ferð, at Filmsfelagið vísir film úr Norðurmakedonia

2023-04-27 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin vísir Filmsfelagið fyrsta filmin úr Norðurmakedonia. 

Asja er fjøruti ára gomul og býr í Sarajevo. Hon er einsamøll, og fer á stevnumøti at finna kærleikan, tá hon verður parað við 43 ára gamla bankamanninum, Zoran. Men heldur enn kærleika, leitar bankamaðurin eftir fyrigeving, tí hann veit um traumatisku fortíðina hjá Asju. 

Undir borgarakrígnum í 1993 var hann hermaður í hinum býarpartinum, og Asja varð fyrsta menniskjað, sum kom í hansara skotmála. Nú hann vil møta henni, verða tey bæði drigin gjøgnum ta pínu, sum øll fyrigeving ber í sær. 

Teona Strugar Mitevska, sum hevur leikstjórnað, er fødd í Skopje í 1974. Hon bleiv kend við feministiska filminum “Gud er til, og hennara navn er Petrunya” (2019). Mitevska hevur gjørt sjey filmar, og hevur verið við á fleiri altjóða filmstevnum og vunnið virðislønir. Hon hevur lisið film í New York og arbeiðir í heimbýnum Skopje og í Brüssel.

“The Happiest Man in the World” er enska heitið á norðurmakedoniska filminum, sum Filmsfelagið vísa í originalari bosniskari versión, men við donskum undirteksti og heitinum “Et strejf af lykke”. Upprunaheitið er “Najsrekjniot chovek na svetot”.

Filmurin verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 3. mai klokkan 20. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder