2019-12-18 13:59
Eystur-og Sandoyartunlar hevur í vikuni boðað frá gongdini í seinastu viku viðvíkjandi borðingini í Sandoyartunnlinum.
Hon varð merkt av lekum, ið seinkaðu arbeiðnum so mikið, at bert 81 metrar vórðu boraðir: 23 metrar í Traðardali, har arbeiði byrjaði 27. juni og 1.287 metrar nú eru boraðir, og 58 metrar á Gomlurætt, har arbeiði byrjaði 14. august, og har 812 metrar eru boraðir.
Um ikki so langa tíð verður 1/5 boraður: Í alt eru nú boraðir 2.099 metrar, av 10.785 metrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald