
Tað er ein sannroynd at góður klassiskur tónleikur kann hava meditativan og lekjandi førleika.
Til at linna um kanska tungar løtur og sum eitt gott og kveikjandi átak ein vanligan hósdag, fer Landssjukrahusið undir tiltakið "Lekjandi Tónar".
Nú hósdagin 6. juli klokkan 11 fer ein trio undir leiðslu av Moniku Stauss Joensen at spæla tónleik hjá Bethoven í móttøkuni á Landssjúkrahúsinum. Hini bæði í trio’ini eru Tóri Restorff og Jona Højgaard.
Ætlanin er at hava fýra slíkar konsertir í ár Landssjukrahúsinum. Vónin er, at hesar konsertir fara at gleða sjúklingar, teirra avvarðandi og starvsfólkið á LS. Vónin er eisini, at hesar fara at vekja áhuga hjá øðrum sjúkrahúsum og stovnum og til at nýta okkara sera ríka tilfangi av gávuríkum klassiskum tónleikarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald