2021-04-26 22:39
Tað er ikki hvønn dag, at ein ær lembur fýra lomb, men hetta hendi í Norðragøtu leygarkvøldið.
Steingrímur Ranghamar Hansen legði tvær myndir út á Facebookbólkin “Seyðaáhugað” í morgun, og tað hevur fingið nógvar afturmeldingar.
(Mynd: Steingrímur Ranghamar Hansen)
Hann greiðir frá, at ærin er frá á sumri í 2013, og hevur vanliga tvey lomb. Tíðliga í fjør misti hon, men í ár var so “double up”.
Tey fýra lombini, trý veðurlomb og eitt gimburlamb, hava tað gott. Steingrímur Ranghamar Hansen greiðir frá, at tey hava ærina og lombini inni og fylgja við hvussu tey hava tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald