Fríggjakvøldið 3. mai fer Lena Anderssen at hava útgávukonsert í Løkshøll í Runavík. Har fer føroyska songkvinnan at framføra øll løgini av nýggju útgávuni State of the Land, ið kom út 26. januar.
Væl mannað
Bólkurin aftan fyri føroysku songkvinnuna hetta kvøldið verður væl mannaður, og hevur hon eitt nú Jóhannus á Rógvu Joensen, Josva Debes, Kim Hansen, Hans Poulsen og mannin og musikalska partnaran Niclas Johannesen við sær á pallin.
Útgávan State of the Land hevur verið leingi ávegis og vil Lena fegin markera útgávuna við hesi konsertini.
Ognað Geoff Emerick
State of the Land er upprunaliga upptikin í USA saman við slóðbrótandi enska upptøkumanninum Geoff Emerick, ið er serliga kendur fyri sítt arbeiði sum høvuðsupptøkumaður á útgávum so sum Revolver, Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band og Abbey Road við The Beatles.
Arbeiðið við útgávuni fekk ein óvæntaða vend, tí hetta somuleiðis gjørdist síðsta útgávan, har fleirfaldi Grammy vinnandi onglendingurin sat aftan fyri knøttarnar. Hann andaðist í oktober 2018, og State of the Land er sostatt eisini ognað Geoff Emerick.
Fríggjakvøldið 3. mai verður so serligt høvi á fyrsta sinni at hoyra allar sangirnar av útgávuni framførdar live.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald