“Home Tonight” er heitið á nýggjum lagi, ið Lena Anderssen letur úr hondum í dag, fríggjadag 27. oktober. Hetta er somuleiðis fjórða staklagið av komandi heildarútgávuni “State of the Land”. Hini stakløgini av útgávuni hava verið “State of the Land”, “Aimee” og “The Airport”.
Longu nú hava fleiri útvarpsstøðir kring heimin spælt “Home Tonight”; teirra millum BBC.
Lagið varð upprunaliga innspælt í Los Angeles í mars mánað 2018 við legendariska enska ljóðtøkninginum Geoff Emerick aftan fyri knøttarnar. Hetta skuldi vísa seg at gerast seinasta heildarútgávan, sum Geoff Emerick, ið mest kendur fyri sítt slóðbrótandi arbeiði við The Beatles, var við á, áðrenn hann andaðist brádliga í oktober sama ár. Umframt Lenu, spældu Niclas Johannesen (guitar), Jóhannus á Rógvu Joensen (bass) og Matt Chamberlain (trummur) lagið inn live, meðan Matt Rollings (rhodes) og Jon Sosin (high string guitar) løgdu teirra ljóðføri á aftan á.
Um upptøkurnar við Geoff Emerick sigur Lena:
“Eg minnist, at hetta var fyrsta lagið, vit innspældu við Geoff. Tá vit møttu í studio mánamorgun í Los Angeles, var eg ikki sørt fjálturstungin og hugsaði við mær sjálvari, hvussu hesin maðurin, ið hevur upptikið John Lennon, Paul McCartney, Kate Bush og Elvis Costello, fór at vera, nú eg stóð framman fyri mikrofonina. Men allur fjáltur hvarv sum døgg fyri sól ta løtuna, eg hitti hann. Geoff var ein ein dreymur at arbeiða saman við, kenslusamur, erligur og ótrúliga dugnaligur.”
“Home Tonight” kann nú hoyrast á øllum stroymingstænastum, og er ein av ellivu sangum á komandi útgávuni “State of the Land”, sum kemur út 26. Januar 2024.
Til ber at hoyra lagið á Spotify og Apple Music.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald