Innanlands

Leyp á sjógv frá 20 metra hædd

Seinnapartin í gjár mátti bjargingartyrlan sendast til Elduvíkar eftir einum ungum manni, sum hevði fingið skaða í ryggin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-31 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá veðrið er gott, eru fleiri, sum fáa tað hugskotið at finna sær eitt stað at leypa á sjógv. Veðrið í gjár var av tí fagrasta, og í hesum sambandi vóru nakrir ungir menn farnir ein túr til Elduvíkar at gera júst tað.

Tað endaði tíverri við, at boð máttu sendast eftir bjargingartyrluni.

Klokkan trý seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein av monnunum hevði fingið ilt í ryggin, tá hann leyp í Elduvíksgjógv.

Tað var torført at hála hann á land, tí hann hevði so ilt. Boð vórðu fyrst send eftir sjúkrabilinum, og avgjørt var síðani at senda boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi.

Sambært Jn.fo lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið klokkan fýra.

Løgreglan sigur, at mann hevur mett, at ungi maður, sum er í 20unum, leyp niður frá uml. 20 metra hædd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder