Innanlands

Leyp á súkkluna, tí í dag er hjólvelting í Havn

Súkkluverkstaðir verða eisini, har til ber at fáa smáumvælingar gjørdar og læra um sjúkkluna

(Mynd:Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag)

(Mynd:Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag)

2020-10-13 09:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag: Ógloymandi súkklutúrurin saman við fleiri øðrum, har súkklurnar vísa á at býarrúmini eru fyri øll, er hjólvelting í sínum kjarna. 

Ymiskt er á skánni til hjólveltingina, sum í dag týsdagin 13/10 fer frá Norðurlandahúsinum og oman í miðbýin. Tónleikur og sangur verður gjøgnumgangandi, og heitt verður á fólk um at prýða seg sjálvi og súkkluna við litføgrum fløggum og øðrum stuttligum. Upphiting verður við klovninum BUBU, sum elskar at súkkla og sum sjálvandi er fúsur at koma við tá hjólvelting er.

Nú heystið er byrjað, verður eisini mint á, at vera sjónlig í ferðsluni. Endurskinsvestar frá Tórshavnar kommunu verða at fáa, og frástøðupinnar sum kunnu setast á súkkluna, so at bilførarar minnast til at halda passaliga frástøðu til súkklur á minst 1,5 metur. 

Súkkluverkstaðir verða eisini, har til ber at fáa smáumvælingar gjørdar og læra um sjúkkluna.

Røður verða hilnar bæði við Norðurlandahúsið, har byrjað verður, og í Perlutúninum í miðbýnum, har súkklunar samlast aftur aftaná hjólveltingina. Gunn Hernes, sjóri í Norðurlandahúsinum fortelur um hvussu tað er at súkkla til arbeiðis, átakið Hjólvelting sigur frá um hugsjónina handan hjólvelting, Marin Katrina Frýdal, sum ikki stillar upp aftur til býráðsvalið, men sum hevur sett gongd í súkklukjak og arbeitt við súkkluumstøðunum í Tórshavnar kommunu, fer at hugleiða um hvussu man fær býir og bygdir fyri fólk. Seinasti røðari er Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum fer at hugleiða um súkkluførleika.

Hjólveltingin er fyri øll sum eru før fyri at súkkla í ferðsluni - minst til súkkluna!

Skrá - týsdagur 13/10

Kl. 16.00(-17.00) Norðurlandahúsið: 

- Súkkluverkstaður – til ber at fáa smáumvælingar gjørdar ókeypis.

- Tórshavnar kommuna býtir út frástøðupinnar og endurskinsvestar.

- Ingmar og Napoleon spæla á lagil (melodica) og ukulele.

Kl. 16.30  Norðurlandahúsið: 

- Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fortelur um at súkkla til arbeiðis. 

- Átakið Hjólvelting greiðir frá um hugsjónina handan átakið. 

- Upphiting við klovninum BUBU, sum kemur við á hjólvelting. 

Kl. 17.00  Súkklur fara avstað frá Norðurlandahúsinum. Súkklað verður Yviri við Strond.

Uml. kl. 17.30 Boðanesheimið: 

- Felagssangur verður sungin við Boðanesheimið. 

Leiðin gongur víðari oman í miðbýin.

Uml. kl. 17.45  Perlutúnið: 

- Marin Katrina Frýdal hugleiðir um hvussu man fær “býir og bygdir fyri fólk”

- Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hugleiðir um súkkluførleika

- Tórshavnar kommuna bjóðar ábit og høvi verður at práta við starvsfólk frá teknisku umsiting um súkkliumstøðurnar í kommununi.

Kl. 18.00   Perlutúnið:

- Workshop: Lær at umvæla súkkluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder