Uttanlands

Líkið í Smoguni ikki eyðmerkt

Tað var líkið av einum 30-50 ára gomlum manni, sum norski rækjutrolarin Remøy fekk í trolið hósdagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-08 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Líkskoðan hevur núverið av mannakroppinum, sum ein norskur rækjutrolari fekk í posan undir troling í Barentshavinum í farnu viku. Men líkið er ikki eyðmerkt.

- Talan er um ein mann millum 30 og 50 ár, áleið 180 sentimetrar høur. Vit hava tryggjað DNA fingramerki. Men vit kunnu ikki siga hvør hann er ella hvðani hann kemur, sigur kanningarstjórin hjá løgregluni í Tromsø við NRK.

Í morgin fara tey at gera eina skanning av líkinum, og nærri kanningar skulu eisini gerast av klæðunum, hann var í.

- Klæðini kunnu bera boð um, at talan er um ein fiskimann, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, sum ikki kan avsanna at líkið kann hava ligið í sjónum í fleiri ár.

Les eisini: Remøy fekk lík í trolið 

Tað var hósdagin 4. apríl, at trolarin Remøy fekk líkið í posan undir troling í sokallaðu smoguni, sum er eitt altjóða økið í Barentshavinum.

Norska løgreglan veit ikki um nakran norskan fiskimann, sum er hovrin á hesum leiðum, og arbeiðir við møguleikanum, at talan kann vera um ein russa, skrivar NRK á netinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder