Innanlands

Linn Mohr Augustinussen nýggjur tekniskur leiðari í Tvøroyrar kommunu

Linn er 44 ára gamal og hevur útbúgving sum byggiverkfrøðingur – Hann byrjar í starvinum 1. juni

Mynd: Tvøroyar kommuna

Mynd: Tvøroyar kommuna

2020-05-24 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvøroyrar býráð hevur sett Linn Mohr Augustinussen í starv sum tekniskur leiðari í Tvøroyrar kommunu.

Linn er 44 ára gamal og hevur útbúgving sum byggiverkfrøðingur. Hann hevur fjølbroyttar royndir innan byggivinnuna í Føroyum og uttanlands. Seinastu 4 árini hevur Linn starvast sum verkætlanarleiðari hjá M.T. Højgaard.

Áðrenn hetta hevur Linn m.a. starvast í 1 ár sum byggiverkfrøðingur hjá Varðin Pelagic. Og í meira enn 10 ár, hevur hann starvast uttanlands á fleiri byggiverkætlanum hjá Pihl, eitt nú den blå Planet og Metroselskabet I/S.

Linn Mohr Augustinussen er Tvørámaður og uppvaksin á Hvítanesi. Hann er giftir og eigur trý børn.

Sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu byrjar hann í starvinum 1. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder