Innanlands

Lions latið 100.000 krónur til Grindavík

– Lions Føroyar vilja við hesum skrivi vísa okkara samkenslu í hesi sváru tíð, í samband við tí álvarsligu náttúruvanlukku, ið rakti tykkum íbúgvar í Grindavík.

Stuðulin frá Lions Føroyar til Grindavík varð handaður í vikuni (Mynd: Lions Føroyar)

Stuðulin frá Lions Føroyar til Grindavík varð handaður í vikuni (Mynd: Lions Føroyar)

2024-01-27 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lions Føroyar hevur latið stuðulsgávu á 100.000 krónur til náttúruvanlukkarakta Grindavík í Íslandi.

Lions Føroyar er umboðaður av hesum Lions klubbum: LC Tórshavn, LC Suðuroy, LC Vágar, LC Eysturoy/Klaksvík, LC Tindur, og LC Liljan.

– Lions Føroyar vilja við hesum skrivi vísa okkara samkenslu í hesi sváru tíð, í samband við tí álvarsligu náttúruvanlukku, ið rakti tykkum íbúgvar í Grindavík. Vónandi koma tit skjótt og væl fyri aftur, og vilja vit eisini fegin vera við til, at lata eina peningagávu í gjøgnum Lions Club Grindavík.

– Vónandi kann gávan verða tykkum íbúgvum at gagni, og har ið tit (klubburin) metir, at peningurin kemur best og flest til hjálpar, sigur Lions Føroyar m.a. í skrivi.

Les eisini: Føroyingar lata hálva millión til Grindavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder