Sunnudagin skipar Lions Club Vágar fyri árliga Giljanes tiltakinum í høllini á Giljanesi.
Móti endanum av tiltakinum fer Lions Club Vágar at handa gávu til “Trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn”. Trivnaðargrunnurin eigur ein buss, sum eitur Sóljan, sum er gamal og útslitin, og tí er ynski at skifta bussin út.
Ein nýggjur bussur kostar eina millión krónur, og Lions klubbin í Vágum ynskir tí at geva grunninum eitt íkast, soleiðis at ein nýggjur bussu kann fáast til vega.
Bussurin, Sóljan, sum verður rikin við sjálvbodnari arbeiðsmegi, verður bara brúktur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi og ikki til at koyra fólk ímillum flogvøllin og hotellið og ímillum hotellið og sjúkrahúsini.
Tey koyra sjúklingar til gudstænastur, umframt til útferðir til ymsastaðni, og tey hava eisini verið útferð í Svøríki. Í løtuni eru tað fimm sjálvbodnir bussførarar, sum koyra Sóljuna.
Undir tiltakinum fer Vágaverk at spæla nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið sum byrjar kl. 15.30 sunnudagin, tá ið Bubu kemur á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald