Føroyingar kunnu á Kristfest 13. apríl 2024 hoyra Lisu Børud fyri fyrstu ferð.
Lisa Børud er kend sum kristna barnastjørnan úr Norra, men nú er hon ein ung kvinna og spælir tónleik, sum vendir sær serliga til unga áhoyraran.
- Vit kunnu vænta okkum eina tónleikaraframførslu í heimsflokki. Hóast ungan aldur, hevur norska Lisa Børud yvir 20 ár á baki í tónleikavinnuni. Lisa er uppvaksin við tónleiki, mamman er sangarinna og pápi hennara er tónleikarar, sangari og hevur egið plátufelag, skriva fyriskipararnir.
Longu sum fimm ára gomul sang Lisa Børud á síni fyrstu tónleikaútgávu. Síðan tá hevur hon verið við á 12 útgávum og hevur selt yvir 120.000 album. Umframt at syngja og framføra sín egna tónleik, syngur Lisa kór og dansar saman við øðrum kendum tónleikarum. Tónleikastílurin hjá Lisu er í høvðusheitum kristin pop/rock.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald