2023-01-02 08:00
Seint sunnukvøldið andaðist danski rithøvundurin og journalisturin Lise Nørgaard, 105 ára gomul.
Tað upplýsir familja hennara sambært Ritzau.
Lise Nørgaard hevur skrivað skaldsøgur, essays og stuttsøgur, men hon er serliga kend fyri at skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador". Hon var virkin skribentur og fyrilestrarhaldari fram til 2018.
Lise Nørgaard varð fødd í Roskilde 14. juni í 1917, og á ársins fyrsta degi svav hon inn eftir stutta sjúkralegu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald