Eftir deyða hansara, hevur eftirspurningurin eftir list hjá Ari Behn verið stórur.
Hetta merkti Galleri Graff í norska býnum Askim herfyri.
Galleri Graff hevði sýnt fram fleiri av listaverkunum hjá Ari Behn, og bert tríggjar minuttir eftir, at tíðindini um deyða hansara vórðu almannakunngjørd, varð fyrsta listaverkið hjá honum bílagt. Tíggju minuttir seinni vórðu øll listaverkini eftir Behn seld, sigur dagligi leiðarin á Galleri Graff, sambært Ritzau.
Tað var jóladag, at norski rithøvundurin, listamaðurin og fyrrverandi maðurin hjá norsku prinsessuni, Märtha Louise, doyði fyri egnari hond. Hann gjørdist 47 ára gamal.
Les eisini: Ari Behn doyði fyri egnari hond
Ari Behn verður jarðaður fríggjadagin 3. januar. Minningarhaldið verður í dómkirkjuni í Oslo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald