Í morgin, páskadag, letur upp listaframsýning í fimleikahøll skúlans við Gøtugjógv.
Tað eru lokal listafólk – bæði yngri og eldri - sum sýna fram, og talan er um málningar, tekningar, glaslist og aðra tøkni. Fleiri av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár, men summi sýna nú fram fyri fyrstu ferð, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Listafólkini eru Jens Klæmint Jacobsen, Valborg Jacobsen, Sædis Eilifsdóttir, Tummas Jákup Thomsen, Oluffa Klæmintsdóttir, Jensia Klæmintsdóttir Rasmussen, Eivi Jartrud Holm, Maiken Joensen, Barbara Joensen, Elin Joensen og Pauli Joensen.
Framsýningin er sera fjølbroytt innihaldsliga við bæði keiputekningum, sci-fi, náttúrumyndum, stillleben og meira afturat.
Framsýningin, ið er ókeypis, verður sett í morgin klokkan 15. Har er altíð kaffi og kaka at fáa, eins og eitt hugnaligt prát við ymsu listafólkini og vitjandi, skriva fyriskiaprarnir.
Framsýningin er opin frá klokkan 15 til 18 1. og 2. páskadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald