Mentan

Listaframsýning undir Brúnni

Grótmálningar, tekningar og vatnlitsmálningar umframt tónleikainnsløg um vikuskiftið

2021-05-11 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Listamaðurin Eli Smith letur fríggjadagin upp framsýning við nýggjum grótmálningum í Børkugøtu 27 í Havn.

Aftrat sær sýna sonurin Napoleon og grannin Magni Dalsgaard eisini nakrar tekningar og vatnlitsmyndir.

Felagsnevnari teirra er Dreingjakórið undir Brúnni, sum fer at syngja til ferniseringina fríggjadagin klokkan 16. Framsýningin er annars opin alt vikuskiftið, fríggjadag kl. 16-19, umframt leygardag og sunnudag kl. 14-17 við ymiskum tónleikainnsløgum um nón (kl. 15). 

[object Object]Dreingjakórið undir Brúnni fer at syngja undir ferniseringini hjá Magna Dalsgaard og Napoleoni og Eli Smith fríggjadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder