Mentan

Listaframsýning við Hildigunn Tausen

22. til 26, september sýnir Hildigunn Tausen fram í Smiðjuni fyri sjeyndu ferð

2023-09-18 09:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 22. til 26. september sýnir Hildigunn Tausen fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Hildigunn Tausen, sum er ættað úr Hovi, hevur altíð verið áhuga í lit og ljós spælinum í náttúruni. Hon byrjaði at mála fyrst í 2000, men ikki fyrr enn hon fór undir eina fýra ára útbúgving sum psykoterapeut, har listaterapi var ein av útbúgvingargreinunum. Her lærdi hon dirvi at opna, sleppa og finna seg sjálva, og hevur hon latið tað innara koma fram í skapandi myndum. Gongd kom á og hon var seld til listina.

Hildigunn hevur tey seinastu 13 árini búð í Danmark, men setti føtur aftur í Føroyum fyri gott tveimum árum síðani. Árini í Danmark hevur hon leita sær íblástur frá kendum listamálarum, umframt at hon hevur verið við í tveimum gallaríum á Fyn. Tað hava eisini verið stundir til framsýningar á fyritøkum, stovnum og kirkjum.

Afturkomin til Føroyar, hevur Hildigunn haft fleiri listaframsýningar á arbeiðsplássum og matstovum, og nú verður hon at síggja í Smiðjuni í Lítluvík, fyri sjeyndu ferð.

Hildigunn nýtur akrylmáling, ofta við spartli. Málningarnir eru sprotnir útfrá gereindisdegnum, hugflogi og kenslum í løtuni.

Endamálið við málningunum er at geva hyggjaranum eina góða kenslu og uppliving, við rúm fyri hugsan og at finna nýggj motivur í málningunum, jú meira ein eygleiðir. Við á framsýningini eru eisini ymiskir kvinnumálningar, við heitinum “Eg seti mín hatt sum eg vil” og hennara vælumtóktu fuglar.

Hildigunn býr, hevur atelier og eitt lítið gallarí á Signabø.

Framsýningin í Smiðjuni er opin soleiðis:

  • Fríggjadagin 22. sept: 16.00—19.00
  • Leygardagin 23. sept: 11.00—19.00
  • Sunnudagin 24. sept: 14.00—19.00
  • Mánadagin 25. sept: 11.00—19.00
  • Týsdagin 26. sept: 11.00—19.00
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder