2023-01-30 11:28
Í døgunum 1. – 20. februar verður framsýning í Ribarhús í Fuglafirði við listamanninum Jacob Fuglø, Hvalvík.
Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.
Á framsýningini eru 25 málningar – bæði náttúru og abstrakt motivir.
Ribarhús er opið mánadag til fríggjadag kl. 15 til 17.30, og leygardagar millum kl. 11 og 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald