Mentan

Listaframsýning við Palle Lykke Julsgart

Framsýningin, sum er í Miðlatúni, hongur uppi til 14. apríl

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2023-04-02 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum hevur Palle Lykke Juulsgart listaframsýning í Miðlatúni í Vági. Tað skrivar Vágs kommuna.

Framsýningina kallar Palle fyri Lysets Facetter.

Palle hevur málað alt lívið, og hevur hann undirvíst í málningalist og tekning í útvið 30 ár. Hann eigur og rekur eisini Gallarí Oyggin, sum liggur á Tvøroyri. Eisini hevur havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og í Danmark.

Listaframsýningin hongur uppi til 14. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder