Mentan

Listakvinnan Astrid Andreasen fyllir 70 ár

Heiðursframsýning letur upp 4. august

2018-07-31 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Pápi hennara - Andreas Andreasen - var skúlalærari og mamman - Daniella Andreasen - var heimagangandi. 
 
Astrid hevur verið virkið listafólk í úti við 50 ár. Í 2010 skrivaði Trine Rytter Andersen bókina Fiskadukkur og tussafiskar, ið er ein lýsing í orðum og myndum av Astrid Andreasen, myndlistakvinnu, sniðgeva og vísindaligum teknara. Trine Ryttter Andersen lýsir Astrid m.a. soleiðis í bókini:  
 
"Astrid Andreasen er í síni samtíð ein føroysk listakvinna, sum evnar at seta síni spor. Við sínum gávum, áhaldni og dugnasemi hevur hon skapað eina røð av verkum, sum øll vísa hennara eyðsædda neyvleika, litgleði og gamanslyndi. Hon er alt í einum næstan naivistisk í stíli og hevur samstundis ein máttugan ans fyri smálutum, sum lyfta hennara verk einastaðni hagar tómyndir hennara kunnu fatast sum glatrileikur av litum og formum í vælskipaðum og samvirknum høpi. 
 
Sum listafólk er Astrid Andreasen vorðin brýnd av einari sterkari føroyskari siðvenju, sum tekur støði í myndevnum, ið lýsa menniskju í staðbundnu mentanini."
 
Astrid hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr.
 
  • Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
  • Vatnlitum/akryl
  • Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
  • Metal
  • Klip
  • Steinprent
 
Heiðursframsýning | Letur upp 4. august 2018
 
Í sambandi við at Astrid fyllur 70 ár, verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018. 
 
Stigtakarar og samskiparar eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.
 
Høvið verður at keypa orginaltekningar
 
Ein røð av listaverkum hennara verða sýnd fram. Listaverk sum fólk og stovnar eiga. Onnur listaverk, sum ikki ber til at flyta, verða sýnd fram á stórskíggja. 
 
Harumframt verður eisini høvið til at keypa ymiskar orginaltekningar.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder