Uttanlands

Trump: Ukrainar burdu fingið nýggjan forseta

Russiski forsetin, Vladimir Putin vil fegin gera eina avtalu, men tað ynskir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ikki, sigur amerikanski forsetin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-11 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump heitti leygardagin á ukrainar um at velja ein nýggjan forseta fyri Volodymyr Zelenskyj, sum hevur verið forseti síðan 2019.

– Eg skjóti upp, at teir fáa sær ein nýggjan leiðara, sum kann fáa eina avtalu í lag, sigur Trump og vísir til eina avtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland.

Trump sigur, sambært Ritzau, at Zelenskyj hevur kunnað gjørt nógvar avtalur men hevur onkursvegna ikki gjørt tað.

Russiski forsetin, Vladimir Putin vil harafturímóti fegin gera eina avtalu, sigur Trump.

– Russland vil gera eina avtalu, men av onkrari orsøk ynskir Zelenskyj ikki tað, sigur hann.

Trump endurtók, at Ukraina eigur at steðga álopum á russisk oljureinsiverk, sum sambært honum eru orsøkin til hækkandi orkuprísir og ikki kríggið millum USA og Iran.

Tað eru orkuprísirnir, sum eru orsøkin til, at USA hevur gjørt eina avtalu við Russland um at fáa russiskt diesel á altjóða og amerikanska marknaðin, og hesa avtaluna hevur m.a. ukrainski forsetin funnist at.

Les eisini: – Ein veik avgerð

Kirill Dmitrijev, ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin gevur Trump rós fyri útsøgn hansara um, at Zelenskyj eigur at verða skiftur út.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Andrij Sybiha sigur harafturímóti, at tað er tekin um, at Zelenskyj ger eitt gott arbeiði.

– Hann hevur undirtøku millum fólkið í Ukraina, og tey hava avgerðarrættin, skrivar hann á X.

Zelenskyj hevur sitið sum forseti í sjey ár, og síðan russisku innrásina í Ukraina í februar 2022 hevur val ikki verið í Ukraina, tí at stýriskipanin ikki loyvir tí, meðan landið er í kríggj.

Trump finst tó at Zelenskyj fyri ikki at hava hildið val.

– Eg haldi, at hann eigur at halda val, tí hann hevur kunnað loyst hetta nógvar ferðir, sigur amerikanski forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder