Mentan

Nýtt átak skal prýða Havnina

"Listarbrøgd" snýr seg um at prýða húsaveggir, garðar, vegir o.a í miðbýnum í Havn, og Tórshavnar kommuna ætlar, at hetta skal vera eitt afturvendandi átak

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-07-26 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar Kommuna hevur í ár fyri fyrstu ferð skipað fyri verkætlanini “Listarbrøgd”.

Listarbrøgd snýr seg um at prýða húsaveggir, garðar, vegir, økir v.m. í miðbýnum.

Talan er um fyribilslist. Hetta merkir, at listaverkið ikki verður varðandi, men verður at síggja í eitt avmarkað tíðarskeið.

Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi átak, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
 
Í ár snýr Listarbrøgd seg um at prýða veggin á Posthúskjallaranum í Tórsgøtu. Fýra listafólk vóru boðin at gera uppskot til at prýða bygningin.

Dómsnevndin avgjørdi at velja uppskotið hjá listamanninum Bárði Dahl Christiansen, “Tíðin – Ein ferð úr fortíðini til einaferð”.

[object Object]

Bárður hevur valt at hugleiða um tíðina, og lýsir verkið í stuttum:

- “Tíðin” er ein røð av myndum, har eg havi roynt at hugleitt um essensin av tíð sum ein ítøkilig áhaldandi gongd, men eisini sum eitt abstrakt og hugtoykt fyribrigdi, har ymiskar hugsanir og hendingar hittast í brotum og stubbum í einari tilgjørdari verð.

- Hetta er ein søga, ið ikki hevur ein loknan enda. Enn. Hetta er ein roynd at sameina tað farna við samtíðina, meðan hugleitt verður um framtíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder