Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, hevur fingið nýtt arbeiði frá 1. apríl. Eftir fimm ár á Listasavninum hevur hon játtað at vera stjóri fyri Den Hirschsprungske Samling í Keypmannahavn.
- Eg havi fingið ein møguleika, sum eg ikki kundi takka nei til. Hóast eg gleði meg, verður tað eisini sera sorgblítt at fara av Listasavninum, tí tað hevur verið tað besta arbeiðsplássið við framúr engasjeraðu, starvsfólkum og stuðlandi nevnd. Saman við starvsfeløgunum hava vit megnað at lyft vitjanartølini, miðlanarátøkini og framsýningarprofilin, og við komandi útbygging verður tað eitt enn meira spennandi stað at arbeiði í í framtíðini, sigur Karina Lykke Grand.
Hennara komandi arbeiðspláss, Den Hirschsprungske Samling, er eitt ríkislistasavn í Keypmannahavn við einari samling frá 1800-talinum, sum Karina Lykke Grand hevur nógvan kunnleika um frá sínum fyrrverandi størvum sum savnsumsjónarfólk, kurator, granskari og undirvísari.
(Mynd: Listasavn Føroya)
Í starvinum fer hon at arbeiða við at menna nýggj framsýningar- og miðlanarhugskot og tryggja nýggjar rammur um bygningarnar og staðið. Tað eru royndir, sum hon tekur við sær frá Listasavninum, har hon hevur arbeitt við líknandi uppgávum.
Niels Christian Nolsøe, nevndarformaður í Listasavninum, sigur um fráfaringina hjá stjóranum:
- Karina Lykke Grand hevur við sínum strategiska hugsanarhátti og sterku visjónum um framsýningar og miðlan endurnýggjað profilin hjá Listasavninum og framt eina stóra broyting fyri savnið úteftir. Listasavnið er meira sjónligt og opið, og tað sæst eisini aftur í, at vitjanartalið er nærum trífaldað í tíðini, Karina hevur verið stjóri. Savnið røkkur út til fleiri, bæði børn, ung og vaksin, sum er eitt av endamálunum hjá Listasavninum.
- Karina hevur eisini megnað at fáa fígging til at modernisera Listasavnið, og tað er henni at takka, at savnið kann lata upp í nýggjum og betraðum rammum í 2026. Karina verður saknað, og nevndin fer í næstu framtíð at møtast fyri at seta eina tilgongd í verk fyri at finna hennara avloysara.
Karina Lykke Grand er ikki í iva um, at hon vendir heim aftur til Danmarkar við nógvum upplivingum og sambondum ríkari:
- Føroyska listin og deiligu listafólkini fara altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, og eg gleði meg til, tá okkara leiðir møtast aftur. Eg vóni, at føroyingar fara at koma fram við á Den Hirschsprungske Samling og heilsa upp á, tá tey eru í Keypmannahavn, og eg fari eisini at vitja Føroyahúsið í Keypmannahavn ofta. Okkara lítla familja hevur fingið vinir og sambond fyri lívið, sum vit ætla okkum at halda fast í, sigur Karina Lykke Grand.
Inntil nevndin í Listasavninum hevur valt ein nýggjan stjóra, hevur Dagmar Malena Winther fyribils ábyrgdina.
Dagmar Malena Winther hevur ábyrgdina fyribils til nevndin fyri Listasavn Føroya hevur funnið nýggjan stjóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald