![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Undir slagorðinum “Áfram Eysturkommuna” stilla átta valevni upp á nýggjum borgaralista til kommunustýrisvalið í Eysturkommunu.
Hesi stilla upp á listanum, sum hevur Á sum bókstavaheiti:
Benjamin Tvørfoss, Norðragøta
Fríðgerð Heinesen, Leirvík
Hanna Jensen, Norðragøta
Tummas E. Justinussen, Leirvík
Hákun Andreasen, Leirvík
Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, Norðragøta
Jón Tyril, Norðragøta
Rúni Justinussen, Syðrugøta
Í Eysturkommunu og undan tí í Gøtu kommunu hevur verið stillað upp politiskt. Men við nýggja bókstavaheitinum tykist sum um ynskið er at sleppa burtur frá tilknýtinum til verandi politiskar flokkar.
Fýra av fólkunum á hesum listanum, Fríðgerð Heinesen, Hanna Jensen, Hákun Andreasen og Jón Tyril stillaðu upp seinast á listanum hjá Framsókn, lista F. Seinast fekk listi F eitt umboð í kommunustýrið. Tað er Hanna Jensen, fyrrverandi ting- og landsstýriskvinna.
Í fráboðanini til miðlarnar frá lista Á verður listin ikki settur í samband við nakran politiskan flokk, men tey siga seg vilja leggja dent á at fríðka, umhvørvið og at borgararnir skulu takast meira við upp á ráð. Eisini vilja tey arbeiða fyri at kvinka skattatrýstið í kommununi niðureftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald