2020-02-21 11:34
Fleiri neyðsendarakfør vórðu fyri løtu síðani send út á Norðrasta Horn í Havnardali, tá fráboðan kom um eldsbruna klokkan 11.18.
Stórur vandi var tó ongantíð á ferð, tí longu klokkan 11.25 varð boðað frá, at eldurin var sløktur.
Trý fólk vóru stødd í húsunum, og tí varð valt at senda sjúkrabilar út eisini, men brúk var ikki fyri hesum, upplysir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald