Innanlands

Lítliskúli kosin ársins grøni stovnur og skúli

Tað er Hugla, sum stendur fyri kjósanini. - Lítliskúli og frítíðarskúlin brúka endurnýtslu í tí námsfrøðiliga arbeiðnum. Hvørja viku er útiskúli, har tey læra um náttúruna, planta og fiska, sum tey matgera burturúr

2024-12-05 17:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lítliskúli og frítíðarskúlin í Lítlaskúla hava í ár fingið tann stóra heiður at vera kosin “Ársins grøni stovnur og skúli” av Hugla.

Hugla-virðislønin, sum varð handað til morgunsang á skúlanum í morgun, er tekin um at hjúklað verður um náttúru og menniskju.

Í grundgevingini skrivar Hugla soleiðis:

- Lítliskúli og Frítíðarskúlin í Lítlaskúla, brúka endurnýtslu í tí námsfrøðiliga arbeiðnum. Hvørja viku er útiskúli, har tey læra um náttúruna, planta og fiska v.m. sum tey matgera burturúr. Á skúlanum hava tey sankutøð, sum børnini sjálvi tøma. Rúmini eru hugnalig, og tað sæst, at tey brúka endurnýtslu í teirra innrættan eisini. Hetta er alt týdnigarmikil partur av trivnaðinum, og at gera børn og vaksin tilvitaði um nátturu og umhvørvi.

Hugla er eitt felag, sum granskar í og arbeiðir fyri at skapa bestu karmar til børn og vaksin.

Lítliskúli er frískúli og frítíðarskúli í Havn, sum leggur stóran dent á at næmingarnir hava eitt tætt samband við náttúruna. Grundhugsjónin í skúlanum er, at tað bókliga og hugsanarliga gongur hond í hond við tað skapandi, rørsluliga, handaliga og sansaliga. Hetta skapar betri fyritreytir fyri læring. - til bar at lesa meira á litliskuli.fo

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder