2023-07-22 09:09
Mánadagin 24. juli letur upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við listaverkum hjá Lív í Baianstovu.
Í sambandi við ferniseringina klokkan 13 fer listakvinnan sjálv eisini at syngja tveir sangir saman við Rógva Oddvørsson. Eisini verður upplestur úr skaldsøguni “Hjartamítt fyri fót tín”.
Eitthvørt gott til góman verður eisini. Framsýningin er opin til 29. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald