Mentan

Lív litar ljósið á heimi fyri doyggjandi

Lív Eidesgaard úr Oyndarfirði prýðir inngongdina á Hospice Sydvestjylland við stórum glasmálningi

2022-01-27 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lív Eidesgaard úr Oyndarfirði, sum seinastu árini hevur etablerað seg sum myndlistakvinna í Esbjerg og har umleiðir, er nú eisini farin at royna seg við glaslist.

Herfyri varð eitt stórt glasverk “Lyset i skyggen” avdúkað á Hospice Sydvestjylland.

Verkið, ið er á stødd við eina hurð, er sett upp við indgongdina til hetta heimið fyri doyggjandi sjúklingar.

Lív Eidesgaard hevur gjørt verkið í samstarvi við Per Hebsgaard, ið er ein av dugnaligastu glaslistafólkunum í Danmark.

Lív Eidesgaard flutti til Esbjerg fyri áleið 30 árum síðani. Hon er útbúgvin frisørur, og arbeiðir framvegis á eini salong í Esbjerg, hóast hon eftirhondini hevði kunnað livað av síni list, skrivar Ugeavisen Esbjerg í eini umrøðu av listakvinnuni úr Oyndarfirði og nýggja glaslistaverkinum.

Lív hevur havt fleiri listaframsýningar í Føroyum og eitt nú í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Við Ugeavisen greiðir Lív frá, at hon fekk áhuga fyri glaslist fyri nøkrum árum síðani, tá hon á einum túri í Fraklandi upplivdi kapellið í býnum Vence, sum hevur sera vakrar glasmálningar, sum Matisse hevur gjørt. Tá setti hon sær fyri, at royna seg við glasi eisini.

Í sambandi við at Per Hebsgaard var í Varde, kom Lív í samband við hann, og síðan hevur samstarvið ment seg.

Á Hospice Sydvestjylland kenna tey til málningarnar hjá Lív Eidesgaard, og heitti á hana um at listprýða inngongdina. Stuðulsfelagið hjá hospicinum savnaði 220.000 krónur til endamálið, so verkætlanin kundi gjøgnumførast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder