Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír” eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Forlagið Eksil gav út í 2020.
Í grundgeving skrivar nevndin m.a, at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum. Í støðum eru yrkingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd. Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi.
Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.
Tað er ikki lætt at skriva á vátt pappír. Vátt pappír ger mótstøðu. Tað sýgur skriftina í seg. Orðini loysast kanska upp og fara at líkjast øðrum orðum enn teimum, sum ætlanin var at skriva. Tann, sum upplivir, sansar, sær og hugsar í yrkingunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger, skrivar á vátt pappír. At skriva og at skilja er eitt høvuðsevni í yrkingunum.
Seinast ein føroyingur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins var í 1986, tá Rói Patursson, pápi Lív Mariu, vann heiðurin fyri yrkingasavnið “Líkasum”. Einaferð fyrr hevur ein føroyingur fingið henda heiður. Tað var í 1965, tá William Heimesen fekk hann fyri skaldsøguna “Det gode håb”, skrivað á donskum, men tað árið var virðislønin givin tveimum rithøvundum, William Heinesen og Olof Lagercrantz úr Svøríki.
Hinir tilnevndu rithøvundarnir til Norðurlendsku bókmentavirðislønina eru:
Danmark: Asta Olivia Nordenhof fyri skaldsøguna “Penge på lommen, Scandinavian Star, Del 1” og Ursula Andkjær Olsen fyri yrkingasavnið “Mit smykkeskrin”.
Finnland: Pajtim Statovci fyri skaldsøguna “Bolla” og Heidi von Wright fyri “Autofiktiv dikt“
Grønland: Niviaq Korneliussen fyri skaldsøguna “Naasuliardarpi” (Blómudalurin).
Ísland: Andri Snær Magnason fyri skaldsøguna “Um tímann og vatnið” og Guðrún Eva Mínervudóttir fyri skaldsøguna “Aðferðir til að lifa af”
Noreg: Vigdis Hjorth fyri skaldsøguna “Er mor død” og Lars Amund Vaage fyri skaldsøguna “Det uferdige huset”
Samiska økið: Inga Ravna Eira fyri yrkingarnar “Gáhttára Iðit”
Svøríki: Johanna Lykke Holm fyri skaldsøguna “Strega” og Andrzej Tichý fyri stuttsøgusavnið “Renheten”.
Áland: Sebastian Johans fyri skaldsøguna “Broarna”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald