placeholder
Innanlands

Livar komin til Grønhøvdaoyggjar

Hava nú róð í 23 dagar og eru næstan komnir hálva leið til Suðuramerika

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-26 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Livar Nysted og róðrarfelagar hansara umborð á Rose eru nú komnir til Capo Verde oyggjarnar í Atlantshavi út fyri Senegal og Mauretania, av summum eisini kallaðar Grønhøvdaoyggjar.

Seinasta dagføringin á oceanrower.eu vísir, at rógvararnir nú nærkast oynni Santo Antão, sum er tann norðasta og eisini vestasta oyggin í Capo Verde oyggjabólkinum. Eftir kósini at døma, sær tað út til, at teir rógva gjøgnum sundið millum Santo Antão og grannaoynna São Vicente áðrenn teir leggja vestur í hav.

[object Object]

Tað eru nú farin 23 samdøgur síðan teir fimm rógvararnir Livar Nysted, Predrag Tripkovich, Darragh, Shane Ryan og skiparin Ralph Tuijn løgdu frá landi sunnast í Portugal. Fyrstu tíðina varð siglt suður fram við afrikansku strondini móti Kanariuoyggjum. Síðan varð lagt longur út á hav við kós móti Capo Verde.

Tá rógvararnir fara úr Capo Verde, síggja teir ikki land aftur fyrr enn teir raka suðuramerikanska meginlandið, sum liggur einar 3.000 kilometrar ella 1.600 fjórðingar í ein útsynning.

Teinurin úr Suðurportugal til Franska Guijana er knappar 6.000 kilometrar, ella góðar 3.200 fjórðingar. Nú teir eru komnir til Capo Verde, hara teir róð 45 prosent av teininum.

Málið er Ceyenne, høvuðsstaðurin í Franska Gujana.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder