Tað gongst væl hjá teimum fimm monnunum, sum 4. mars settust við árarnar í Suðurportugal fyri at rógva til Suðuramerika.
Ein av monnunum er royndi havrógvarin, Livar Nysted, úr Hvannasundi, sum kom við upp á avboð í síðstu løtu.
Á heimasíðuni oceanrower.eu ber til at fylgja við, hvussu tað gongst rógvarunum.
Og her sæst, at teir nú á áttanda degi hava lagt meira enn 500 fjórðingar aftur um seg, og eru við at nærkast Kanariuoyggjum. Í morgun lógu teir okkurt um 55 fjórðingar í ein landnyðring úr Lanzarote, sum er tann norðasta og eystasta av Kanariuoyggjunum.
Um alt gongur eftir ætlan, er ikki ætlanin at leggja inn í Kanariyoyggjum, men róð verður víðari suður móti Grønhøvdaoyggjum – Capo Verde – áðrenn kósin verður løgd vestur í hav.
Málið er høvuðsstaðurin í Franska Gujana, Cayenne, og megna teir at leggja túrin aftur um seg innan 49 dagar, so hava teir sett heimsmet fyri slíkan róðrarbát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald