Innanlands

Livar og róðrarfelagar sleppa ikki í land á Capo Verde

Eru helst noyddir at rógva víðari beinanvegin, og tað kemur illa við hjá teimum

2020-03-26 21:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Livar Nysted úr Hvannasundi og róðrarfelagar hansara liggja í løtuni inni í havnini í býnum Mindelo á Capo Verde oyggjunum.

Mindelo liggur á oynni São Vicente, sum er tann næst vestasta av Grønhøvdaoyggjunum. Men teir sleppa ikki í land.

Livar hevur samskift við familjuna heima umvegis sms-boð, og sum skilst á boðunum, stóð løgreglan fyri rógvarunum, tá teir komu inn í havnina.

Teimum varð sýtt at fara í land. Helst er orsøkin koronahóttanin, ið merkist um allan heimin.

Livar skrivar, at tveir politibátar forðaðu teimum at sleppa at landi. Ætlanin var at fáa vatn umborð, og so kanska skaffa onkran eykalut. Men tað sær út til, at tað ber ikki til, og teir vera helst noyddir at fara víðari.

Tað eru nú ein góð vika síðani, at skiparin á bátinum boðaði frá, at teir høvdu sett seinasta battaríið í tólini, sum teir samskifta við.

Síðan er vatngerarin brendur yvir eisini. Av tí at sera trupult er at arbeiða upp á hann úti á opnum havin, ætlaðu teir at fáa vatngeraran umvældan í havn í Capo Verde, møguliga fáa onkran eykalut til vega og annars bunkra 300 litrar av festvatni.

Men tað sær út til ikki at fara at bera til í hesum umstøðum.

Teir hava møguleika at gera festvatn umborð á Rose, men tað verður gjørt við at pumpa við hondkraft, og tað tekur nógva tíð og orku, sum annars skuldi verið brúkt til at rógva við.

Ferðin hevur heldur ikki verið so góð hetta seinasta strekkið, tí teir hava havt mótstreym og harvið tungan róður.

Livar skrivar, at tað í kvøld er fitt av vindi í havnini í Midelu, so teir mugu halda bátin upp í ættina alla tíðina. Sjálvur hevði Livar sitið við árarnar síðan á middegi, og var tí móður, og tað hevði tí verið ein lætti at sloppi at landi eina løtu, skrivar hann.

Annars er veðrið gott á leiðini, og teir hava tað allir gott.

Les eisini: Livar komin til Grønhøvdaoyggjar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder