Róðrarbáturin Rose við Livari Nysted úr Hvannasundi og fýra øðrum rógvarum liggur enn í Havnini í Mindelo í Capo Verde oyggjum. Og støðan er ikki góð.
- Eg veit ikki. Tað virkar sum um myndugleikarnir ikki vilja vita av okkum. Tað vit hava brúk fyri er at fáa vatn umborð, so vit sleppa víðari. Men vit sleppa ikki, og okkurt bendir á, at tey heldur ikki hava ætlanir um at lova okkum víðari, sigur Livar Nysted í telefonini úr Capo Verde.
Tað var seint seinnapartin í gjár, at teir komu fram til Mindelo. Trupulleikin umborð á róðrarbátinum Rose er, at vatngerarin er gingin fyri. Teir hava roynt at umvælt hann, men uttan eydnu, og nú hava teir ikki vónir um, at tað fer at bera til at fáa vatngeraran at virka aftur.
- Eg veit ikki. Løgreglan, sokallað marine police, stóð fyri okkum í gjár og noktaði okkum at sleppa í land, orsaka av korona smittuni. Jú alvorligt, teir vóru bangnir fyri, at vit kanska vóru smittaðir.
Ignoreraðir
- Tað kom enntá ein lækni út og tosaði við okkum. Hann spurdi hvussu vit vóru fyri. Jú, vit sita við árarnar í 24 dagar og hava róð 12 tímar um dagin, so vit eru nøkulunda fyri, svaraðu vit aftur. Tá fór eisini læknin at flenna, men hann segði okkum, at tað var ikki nakað hann kundi gera. ”orsaka av myndugleikumum”, sum hann tók til, greiðir Livar Nysted frá.
Livar greiðir eisini frá, at teir kenna tað sum um, at myndugleikarnir ignorera teir.
- Vit hava kallað havnaskrivstovuna upp á VHF’inum, men tey øna okkum ikki aftur, hóast vit hoyra tey tosa við aðrar bátar. Tað einasta, vit ynskja er at fáa drekkivatn umborð, sigur hann.
Livar greiðir frá, at støðan er nokk so desperat í løtuni. Teir eru slopnir at binda bátin, men ongin kjansur er at sleppa upp á land. Í veruleikanum vita teir ikki síni livandi ráð í løtuni. Skiparin hevur tosað við niðurlendskar myndugleikar – kanska tað kann hjálpa.
Umhugsa at rýma
Livar avdúkar, at teir nokk verða noyddir at gera okkurt. Fara í land og fylla nakrar dunkar ella líknandi, og so sníkja seg víðari, tá myrkrið fellur á.
- Vit kunnu ikki vera liggjandi her.
Báturin er lítil og trongur. Livar greiðir frá, at tá teir eru úti á havinum og rógva, so ber tað til at búleikast umborð, tí tá koyrir alt eftir eini fastari skipan, og tað snýr seg stórt sæð bara um at rógva og hvíla. Nú teir liggja í havn, kemur klutur í skipanina, og ”onki skil er á, serliga tá vit ikki sleppa í land”.
So hóast myndugleikarnir hava nokta teimum at fara úr havnini aftur, so umhugsa teir at rýma kortini. Trupulleikin er bara tann, at teir skulu rógva tvørtur um Atlantshav, og eftir ætlan tekur tað minst 25 dagar afturat, og teir kunnu ikki fara avstað uttan vatn og uttan vatngerara.
- Høvdu vit kunnað fingið einar 400 litrar umborð, so kundu vit klára okkum, sigur Livar Nysted.
Hann greiðir frá, at teir hava ein lítlan eyka vatngerara umborð. Men hetta er ein, ið bert er ætlaður til at brúka í neyðstøðu. Hann megnar ikki at framleiða vatn til fimm mans allan vegin tvørtur um Atlantshav, sigur Livar Nysted.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald