Innanlands

Livar og rógvararnir rent seg í trupulleika

Spurningurin er um teir sleppa í land tá teir koma til Suðuramerika

2020-03-27 10:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Livar Nysted og róðrarfelagar hansara umborð á bátinum Rose liggja enn í havnini í býnum Mindelo á Capo Verde oyggjum.

Sum vit skrivaðu á Portalinum ígjárkvøldið, so sleppa teir ikki í land. Og orsøkin, hava teir fingið at vita, er korona.

Les eisini: Livar og róðrafrelagar sleppa ikki í land á Capo Verde

Men teir eru ikki teir einastu, og samstundis hava teir rent seg í eina tvístøðu eftir at hava tosað við hinar bátarnar, sum heldur ikki sleppa í land.

Skiparin, Ralph Tuijn, skrivar soleiðis um støðuna, teir eru komnir í:

”Vit vóru støðgaðir av løgregluni úti í havnini, og fingu bann fyri at fara í land eins og fleiri aðrir seglbátar rundan um okkum, onkur enntá við smábørnum umborð. Onkrir av seglbátunum ætla nú at sigla aftur til Evropa ímóti ættini.

Eg tosaði við nakrar niðurlendskar bátar yvir VHF’in (Tuijn er sjálvur niðurlendingur, red.), og tey søgdu við meg, at um vit hildu áfram, so fór hetta sama at henda fyri okkum í Suðuramerika og Karibia. Tit sleppa ikki í land og verða noydd at liggja fyri akker.

So hetta verður helst ein long ferð. Vit bíða nú eftir at løgreglan kemur aftur, so vita vit, um tey kunnu hjálpa okkum við nøkrum hundrað litrum av drekkivatni. Og um vit fáa tað ella ikki, so fara vit víðari í kvøld við kós móti Franska Gujana. Vit hava ikki aðrar møguleikar, so fáa vit at síggja hvat hendir handan hav um tríggjar ella fýra vikur.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder